Aftur í novembur sleppa familjur til nýskrivaðan føroyskan sangleik á landsins størsta palli. Tað er Sasho Bjartsson, sum stendur fyri framleiðsluni, hevur skrivað leikritið og leikstjórnar. Hetta er tveyarin av Julius í Likkudali, sum fyri tveimum árum síðani varð sýndur ferð eftir ferð fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum.
Sangleikurin snýr seg um somu familju, sum býr í hugnaligu jólagøtuni í Likkudali. Sonurin og pápin eru serliga spentir, tí pápin hevur fingið boð, at hann skal vera sirkusstjóri til stóra jólasirkusi í Likkudali. Men av serligari ørsøk venda hansara tankar til heldur at halda jól í Gran Canaria, tá ein skótagenta, sum selur lutaseðlar, bankar á dyrnar.
Kostnaður: 245 kr,
Børn 12 ár og yngri: 195 kr.