Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
01. mars 2025 kl. 15 - 22:30
Prísur
Ókeypis atgongd

Faroe Islands Literature Festival – samrøður og upplestur

Ein nýggjur bókmentafestivalur verður hildin í Føroyum. Endamálið er at kanna, hvussu bókmentir og list kunnu lýsa týdningarmiklar spurningar um okkara samband við náttúruna.

Við framløgum, verkstovum, kjakum og gongutúrum í føroysku náttúruni, verður kjansur at skapa nýggjar frásagnir og styrkja sambandið millum Norðurlond. Festivalurin setur serliga sjóneykuna á føroyska mentan og bókmentir og eggjar til nýggjar hugsanir um felags framtíð okkara.

1. mars verður ein rúgva av spennandi og áhugaverdum samrøðum á Reinsarínum. Umframt, at tað verður yrkingaupplestur seinni um kvøldið.

Skráin
15:00 – 15:45: Mellem himmal og jørð eru Føroyar. AnnaFohlin Mattson í samrøðu vuð Vivian Begerau

16:00 – 17:00: At koma fyri seg aftur í náttúruni – Amy Liptrorí samrøðu við Guðrun í Jákupsstovu

18:00 – 19:00: Hevur deyðin tikið okkurt frá tær, so gev taðaftur – Naja Maria Aidt í samrøðu við Sannu Klein

19:30 – 20:30: Trøll og umhvørvið – Rasmuns Daubjerg ísamrøðu við Guðrun í Jákupsstovu

21:00 – 22:30: Yrkingaupplestur við Vónbjørt Vang, OddfríðurM. Rasmussen, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger og Haukur Ingvarsson.