

Faroese Music Awards 2026
Høli: Stórhøll
Longd: 120 min.
Gleð teg til spennandi framførslur við nøkrum av størstu og nýggjastu tónleikanøvnum í landinum.
FMA er kvøldið vit fagna hesum dýrgripi, vit føroyingar eiga – tónleikinum. Tiltakið verður sent í beinleiðis sjónvarpssending, pallsett í Norðurlandahúsinum, har bestu avrikini innan føroyskan tónleik farna árið verða heiðrað við livandi tónleiki og virðislønahandanum!
Tónleikaframførslurnar verða avdúkaðar so hvørt men longu nú kunnu vit avdúka tvey nøvn: Elinborg og Byrta.
Tiltakið verður í Stórhøll, og talan er um ónummererað standipláss. Barrin verður opin og góður hýrur bæði áðrenn, undir og eftir tiltakið.
Gevið gætur
Vit vilja gera vart við, at tiltakið verður filmað.
Stólar eru tøkir til tey, ið av ymsum ávum hava tørv á at sita. Duravørðir eru á staðnum og kunnu vegleiða.
Tónleikasamband Føroya samskipar FMA saman við Kringvarpi Føroya og Norðurlandahúsinum.