Høli: Skálin
Longd: 45 min
Melda flokkin til spennandi rithøvundaprát við Elina Michelsen um bókina “Feigdarfræ – Tóra 3” á Bókadøgunum.
Elin Michelsen hevur skrivað røðina um Tóru – fyrstu føroysku fantasy-ungdómsrøðina. Gávurnar hjá huldugentuni Tóru gerast sterkari og sterkari, men hvussu leingi kann hon halda eldinum í skríninum niðri? Feigdarfræ er síðsta bókin í tríverkinum um Tóru og hennara stremban eftir at finna út av, hvør hon er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til. Bók 1 og 2 í røðini eru Rimarúmið og Vanvarði.
Elin Michelsen er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan.
Elin fer í samrøðu við Sannu Klein, bókmentafrøðing og miðnámsskúlalærara, at greiða frá bókini og tosa um at skriva fantasy, sum gongur fyri seg í Føroyum. Næmingar fáa eisini høvið at spyrja spurningar.
Bókadeild Føroya Lærarafelag skipar fyri skúlatiltøkum á Bókadøgunum 2024.