

Feilir í fokus – lær av feilunum hjá royndum íverksetarum
Á tiltakinum verður høvi at hoyra frá íverksetarum, sum hava staðið við veruligum avbjóðingum. Teir greiða frá sínum størstu mistøkum, hvat gekk galið, og – tað týdningarmesta av øllum – hvat teir lærdu av tí.
Kom og hoyr Ólavur Ellefsen, stjóra í Flowcore, og Michael Koba, filmsframleiðara, greiða frá teirra feilum – stórum og smáum, og hvat teir báðir royndu íverksetararnir hava lært av teimum.
Hetta er eitt serligt høvi at flenna, netverka, læra og fáa ráð, sum tú kanst brúka á tíni egnu íverksetaraleið.
Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.