

Ferðavinnustevnan verður skipað við ráðstevnu seinnapartin og síðani veitsluhaldi um kvøldið, tá ið ársins heiðursbrøv eisini vera handað. Ráðstevnan byrjar kl. 15.30 og heldur fram til kl. 18:10, tá ið veitsluhaldið byrjar.
Lagt verður upp til ein kveikjandi, áhugaverdan og stuttligan dag, har vit seta føroysku ferðavinnuna í fokus og hátíðarhalda ferðavinnuárið 2025.
Tað er Ferðavinnufelagið, sum skipar fyri Ferðavinnustevnuni. Endamálið er at savna ferðavinnuna til hátíðarhald, íblástur og óformliga samveru.
Hvat er á skránni?
Julie Lindegaard: I filmens fodspor – erfaringer og
faldgruber i arbejdet med filmturisme.
Julie Lindegaard hevur arbeitt við ferðavinnu í fleiri ár. Hon hevur bæði undirvíst í strategi og hildið fyrilestrar fyri ferðavinnuaktørum. Eisini hevur hon drúgvar royndir í filmsferðavinnuni og hevur sjálv verið verkætlanarleiðari í verkætlanini “Juleøen Fyn – en fynsk turismesatsning”.