Skrá
Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, bjóðar vælkomin.
Kirstin Helgadóttir, kurator, sigur nøkur orð um framsýningina.
Jón Durhuus greiðir frá um Bent Restorff.
Guðrið Hansdóttir fer at spæla nøkur løg.
Savnið bjóðar drekkivørur og ábit.
Bent Restorff (1922-1979) var virkin listamaður, ið var við til at mynda føroyska listalandslagið í eftirkrígstíðini, saman við fleiri av okkara kendastu listafólkum.
Bent Restorff var sjálvlærdur, men hann fekk íblástur frá teimum mongu føroysku listafólkunum, ið komu aftur til Føroya við nýggjum úttrykkum eftir lokna útbúgving á akademinum í Danmark. Hansara ferðir út í heim síggjast eisini aftur í fleiri av verkum hansara. Bent Restorff andaðist bert 58 ára gamal. Seinnu árini fann hann sína listaligu rødd við teimum abstraktu og litríku verkunum. Hansara myndir prýða nógvar stovur kring landið, og serliga tær ekspressivu landslagsmyndirnar og myndevni úr Tórshavn eyðkenna hansara list.
Framsýningin lýsir hansara leitandi listaleið sum sjálvlærdur listamaður í Føroyum.
Ein plakat verður givin út í sambandi við framsýningina, og hon fæst til keyps til ferniseringina.
Fernisering verður fríggjadagin 11. apríl kl. 16-18.
Vælkomin!