Høli: Høllin
Longd: 102 min
Danski filmurin Sauna er ein kærleikssøga úr queer-umhvørvinum í Keypmannahavn við Nina Rask og Magnus Juhl Andersen í høvuðsleiklutunum.
Aldursmark: 16 ár
Johan er ein vanligur, ungur maður við opnum sinni bæði hvat viðvíkur kærleika og kynslívi.
Hann hevur fingið arbeiði sum móttøkufólk í Adonis, sum er einasta hitarúm fyri samkyndar menn í Keypmannahavn. Á Adonis arbeiðir hann ikki bara, men fær sær persónligar upplivingar og royndir við gestunum í hitarúminum.
Fyri Johan er Keypmannahavn eitt óavmarkað paradís av møguleikum við barrum, veitslum og eingangs, men tað er ikki fyrr enn hann hittir William, ið er transkyndur, at hann upplivir veruligan kærleika.
Kærleikin teirra millum verður fyri mótgangi, sum tað so ofta er í einum samfelagi, ið er stýrt av stirvnum áskoðanum um kyn, kærleika og samleika.
Óbindandi sex, møguleikar at broyta reglur og rætturin at velja kærleikan eru bert nøkur av temunum í nýggja danska filminum. Hetta er fyrsti filmur við Mathias Broe sum filmsstjóra. Við hesum filminum býður hann okkum inn í eitt umhvørvi, ið prikar til okkara hugsanir um kropp, kyn og kynslív í einum heimi, har samleikakenslan hjá hvørjum einstøkum ikki er so greið.
Magnus Juhl Andersen, ið spælir leiklutin sum Johan, er kendur frá filminum De forbandede år og frá sjónvarpsrøðini BULLSHIT. Í leiklutinum sum transkyndi William er sjónleikarinnan og skemtarin Nina Rask, ið er kend bæði úr útvarpi og sjónvarpi.
Tiltakið er fyriskipað í samstarvi við LGBT+ Føroyar.