

Høli: Høllin
Longd: 90 min uttan steðg
STROYMING trýst her
Tað verður ein vónríkur fagnaður í Norðurlandahúsinum 8. og 9. novembur, tá 400 fimleikarar luttaka til ársins Fimleikafagnaða. Fagnaðurin er annað hvørt ár og er fyri øll fimleikafeløg í Føroyum.
Feløgini sum luttaka eru Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.
Við íðkarum frá allari breiddini lýsur felagið evnið “Vón” við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi.
Í alt eru tríggjar sýningar, ein leygardagin 8.nov og tvær sunnudagin 09.nov. Vinnarin verður avdúkaður til seinasta sýningina.
Tað er eitt dómaratoymi frá ymiskum listarligum umhvørvum og umboð frá luttakandi feløgunum, sum kjósa vinnaran.
Verið vælkomin til eina serstakliga flotta framførslu:
8.nov. kl.14.00
9.nov kl.13.00 og kl.16.00.
Atgongumerki
Leygardag kl. 14 200 kr (75 kr fyri børn 12 ár og yngri)
Sunnudag kl 13: 200 kr (75 kr fyri børn 12 ár og yngri)
Sunnudag kl 16: 250 kr fyri øll (seinna sýningin er 120 min tilsamans) – útselt STROYMING trýst her