Flaggdagsrenningin 2026
Flaggdagsrenningin ber boð um vár .
Aftur í ár bjóða vit øllum við til flaggdagsrenningina, sum er nummar 38 í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey ið vilja kappast við onnur, seg sjálvan og tey sum vilja ganga og renna. Aftur í ár fara vit ,í samstarvi við Sclerosufelagið, at skipa fyri heilsurenning fyri bæði børn og vaksin.
Í ár royna vit nakað nýtt og sum vit vænta fer at rigga væl. Flaggdagurin er leygardagin 25 apríl og fyri at órógva minst møguligt, byrja vit kl. 12:00. So hava øll tíð at njóta renningina, básan hjá Sclerosufelagnum og at fara til flaggdagshaldið aftaná. Annars er alt sum tað plagar til okkara siðbundnu kapping.
Kapprenning fyri vaksin.
Rutan er tann sama sum undanfarin ár, vit byrja á Kongabrúnni og renna fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið og so heim aftur. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin er knappar 7 km.
Barnarenning.
Børnini sleppa eisini at renna. Fyrst renna tey yngstu børnini og ímeðan tey vaksnu renna, renna tey eldru børnini eisini.
Yngstu børnini renna teinin á uml. 500 metrar ið er frá Kongabrúnni og út til rundkoyringina við pylsuvognin, og aftur á mál. Størru børnini renna sama tein tvær ferðir.
Heilsurenning.
Saman við Sclerosufelagnum verður eisini ein heilsurenning á 3,5 – 7 km. sum er vælegnað øllum teimum sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Hetta er sera væl egnað til familjur, mammur, pápar, gubbar, bindiklubbar, starvsfelagar, ja øll sum hava hug at røra seg. Eingin tíðarskráseting er til henda bólkin og luttakararnir velja sjálvi, um tey taka teinin eina ella tvær ferðir. Allur peningurin sum kemur inn til heilsurenningina, fer óskerdur til Sclerosufelagið.
Luttakararnir til heilsurenningina eru við í lutakasti um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways á 3000 kr.
Sclerosufelagið fer eisini at hava eitt telt á Kongabrúnni, har møguleiki verður at fáa ein góðan drekkamunn við køku afturvið. Í básinum selja tey blusur, húgvur v.m. við teirra logo á.
Luttøkugjaldið er 40 kr fyri børn og 100 kr fyri vaksin og fyri heilsurenningina. Gjaldast við tilmelding.
Startnummur verða útflýggjað í Snarskivuni á Flaggdegnum, frá kl. 10:00 – 11:30
Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og vaksnum.
Tilmelding krevst og tilmeldingin ið er á staðnum, er bert til heilsurenningina.
Freistin at melda til er fríggjakvøldið 24. apríl kl. 21.00.