Loading Events
Nær
11. november 2025 kl. 19 - 19:01
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis atgongd

Fólkafundur um Suðuroyartunnilin

Um stutta tíð skal løgtingið taka støðu til størstu verkætlan í Føroya søgu. Mikið rok og drúgt kjak hevur verið um málið, tí atlitini eru mong, tá ið talan er um eina so stóra verkætlan.
Men hvar eru atlitini til náttúruna?
Føroysku náttúrufelagsskapirnir bjóða í felag til fólkafund við framløgum, áhugaverdum sjónarmiðum hjá viðkomandi serfrøðingum og kjak millum politisku flokkarnar. Endamálið við fólkafundinum er at lýsa, hvørja ávirkan linjuføringin til Suðuroyartunnilin hevur á náttúruna.
Skrá:
– Filmur um náttúruna í Sandoynni – hví er hon so serstøk?
– Framløgur um linjuføringar til Suðuroyartunnilin – Teitur Samuelsen og Jón Sigurdsson.
– Framløga um kost-nyttugreining. Hvussu kapitaliserar tú náttúru, og hvussu nógv er ein lundi verdur? – Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur.
– Hvat sigur serfrøðin?
Kolbrún í Haraldsstovu, plantuvistfrøðingur
Harry Jensen, umboð fyri Ramsar-nevnd í Skúgvoy
Jóhann Mortensen, náttúrustríðsfólk og miðlafólk
Bergur Poulsen, P/F Suðuroyartunnillin
Kristian Stórhamar, tunnilsserfrøðingur, Tunnilsbólkurin
Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, Landsverk
– Hvat meina politikararnir?
Jacob Vestergaard (A)
Helgi Abrahamsen (B)
Eyðgunn Samuelsen (C)
Annika Olsen (E)
Karlot Hergeirsson (F)
Orðstýrari: Óluva Zachariasen

Øll eru vælkomin

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag, Hagafelagið, Føroya Sílaveiðifelag og Veltan