Loading Events
Nær
16. september 2026 kl. 10 - 10:01
Hvar
Kongshøll
Prísur
Ókeypis atgongd

Fólkaheilsuráðstevnan “Rørsla á arbeiðsplássinum”

Fyrilestrarnir vísa m.a. á, hvussu starvsfólk kunnu fáa betri heilsu, tá tey eru til arbeiðis, tí arbeiðið í sjálvum sær er skipað á ein hátt, sum gagnar heilsuni.

Endamál

At savna arbeiðspláss og borgarar í Føroyum um rørslu
At fáa leiðslur at seta rørslu á dagskrá sum heilsufremjandi leiðsluátak
Hetta skal vera ein felags íløga í menniskju og okkara samfelag
Málbólkur

Leiðarar – í privatu vinnuni
Leiðarar – í almenna geiranum
Fólk við starvsfólkaábyrgd (HR starvsfólk)
Starvsfólkaumboð og trygdarumboð
Álitisfólk
Nevndarlimir
Og annars øll starvsfólk sum vilja ganga á odda!

Skrá:

Vælkomin, Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 
Heilsustøðan í Føroyum, Heilsustýrið
Likamlig og sálarlig heilsa á arbeiðsplássinum, Peter Qvortrup Geisling, sjónvarpslækni
Rørsla, heilsa og arbeiðsumhvørvi – við støði í føroyskum kanningum, Rúni Bláfoss, Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø
Sundhedsmiljø – hvordan skabes sundhed gennem arbejdet?, Trine Fuhr Nielsen, Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø
Fá tær eitt rørsluábit – hvussu kann mann venja munadygt á arbeiðsplássinum?, Magni Mohr, Fróðskaparsetur Føroya
Ítrótta- og rørsluvika 2026, ÍSF
Orðaskifti

Skráin verður dagførd, tá ráðstevnan nærkast.