Loading Events
Nær
27. oktober 2025 kl. 19 - 20:30
Hvar
Smæran
Prísur
DKK 295

Foreldrakvøld við Lene Tanggaard

Kom og hoyr Lene Tanggaard, professara og høvund, sum kemur at undirvísa og bera fram týdningin av at vera eitt menniskjaligt og ófullkomið foreldur. Tiltakið er ætlað øllum foreldrum, ið kenna seg í iva, hava ov stór krøv til seg sjálvi – ella bara vilja fáa eitt sindur av íblástri og tryggleika til gerandisdagin sum foreldur.

Tað ófullkomna er ofta nóg mikið

Foreldur í dag hava ongantíð áður verið so væl upplýst – men hóast hetta, kenna nógv seg ótrygg í leiklutinum sum foreldur.

Boðskapurin í fyrilestrinum hjá Lene Tanggaard er góð tíðindi: Flestu foreldur klára seg sera væl. Ert tú foreldur, so hygg at og lurta eftir barninum – og eisini eftir tí, tín kroppur og tín magakensla siga tær. Fá tær hjálp til tað, tú ikki megnar sjálv/sjálvur, og vend tær til onnur. Ongin er nakrantíð vorðin eitt betri foreldur – ella betri til nakað sum helst – av at verða niðurgjørd ella av at standa einsamøll.

Við sínum jaliga og menniskjaliga boðskapi minnir Lene okkum á, at tað besta, vit kunnu geva børnum okkara, eru nærverandi og ábyrgdarfull vaksin – ikki superhetjur.

Eitt kvøld við íblástri og rúm fyri at anda.

Tiltakið er býtt í tveir partar:

– Fyrilestur við Lene Tanggaard (1 tími) Lene fer at tosa um týdningin av at tora at vera eitt vanlig foreldur – og hví vit skulu sleppa tankanum um at geva børnunum eitt “perfekt lív”, tí perfekta lívið er ikki til.

– Samrøða og spurningar (30 min.) Eftir uppleggið hevur verturin eina samrøðu við Lenu, og eftir samrøðuna fáa áhoyrarar høvið at seta Lenu spurningar.

Tiltakið er fyri teg, ið:

• ynskir at sleppa úr pressinum at vera “nóg mikið”
• vil vita, hví tað óredigeraða og ófullkomna eisini er gott
• ynskir meira nærveru og minni av glansmyndum í familjulívinum

Lene Tanggaard er professari í sálarfrøði, granskari, rithøvundur og nógv umbiðin fyrilestrahaldari. Hon talar beint inn í okkara tíð, har ov nógv foreldur kenna seg troytt og undir trýsti. Við nærlagni og innliving vísir hon á, at børn ikki hava brúk fyri perfektum foreldrum, men tryggum og nærverandi vaksnum.

Við í prísinum er ein gávupakki frá fyritøkuni Urt við virði á 195 kr.

 

Urt og Sálarfróði standa fyri tiltakinum.