Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. februar 2025 kl. 13
Prísur
DKK 1.335

Føroya bestu vørumerki 2024

Á tiltakinum kjósa og heiðra vit Føroya bestu vørumerki í trimum flokkum, spennandi fyrilestrar vera við altjóða og heimligum branding serfrøðingum umframt sofaprát um branding. Eisini bjóða vit okkurt gott í glasið og leskiligt ábit og møguleiki at síggja stásiligu stórhøllina Við Tjarnir. Ein einastandandi møguleiki at fáa íblástur frá bestu føroysku vørumerkjum og dugnaligum serfrøðingum og at hitta onnur við brennandi áhuga fyri branding og starvsfólkabranding.

​Tiltakið er ætlað øllum sum fáast við branding, marknaðarføring, sølu, kundatænastu, vørumenning, HR, starvsfólkabranding og leiðslu og menning av vørumerkjum sum heild.  

Kl. 13:00 – Vælkomin. Vit bjóða okkurt leskiligt og tit kunnu uppliva stásligu stórhøllina og vakra útsýnið

Kl. 13:30 – Fyrilestrar

Kl. 14:40 – Støðgur

Kl. 15:00 – Føroya bestu vørumerki verða kosin og prát við vinnararnar 

Kl. 15:30 – Sofaprát um branding

Kl. 16:00 – Liðugt