Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
02. mars 2025 kl. 18:30 - 18:31
Prísur
DKK 250

Føroya Symfoniorkestur og Stongum, Guttesen og Ravnsfjall (eykakonsert)

Til hetta forkunnuga høvið verður tað eingin annar enn Føroya Symfoniorkestur, sum kemur at innvíga stórhøllina. Við teimum á palli verða heiðursgestirnir úr Vágaverki: Stongum, Guttesen og Ravnsfjall.

Marius Ziska og Lea Kampmann verða eisini boðin upp at framføra við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, dirigenti. Tað er Teitur Lassen, sum hevur sett tónleikin hjá Leu Kampmann út til lítið orkestur.

Eyka konsertin verður sunnudagin 2. mars kl. 18.30.

Ver við fyrstu ferð!