Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
05. mars 2025 kl. 08:30 - 17
Prísur
Ókeypis atgongd

Føroysk bókasnið

Í framsýningini eru dømir og eitt úrval av føroyskum bókum. Ein bók er meira og annað enn tað tekstliga innihaldið og talar til tínar sansir. Tak bókina í hondina og legg merki til snið, litir, tilfar, myndir, stødd o.a.

Í eini tíð, har talgildar bøkur vinna fram, er hetta eitt gott høvi at lata hugin reika og hugsa um hvørjar ítøkiligar eginleikar, ein pappírsbók hevur, og hvussu hon kann ávirka teg.

Framsýningin er gjørd í samstarvi við nýggja føroyska bókmentafestivalin, sum verður hildin í Føroyum frá 26. februar til 1. mars 2025.

Framsýningin er opin frá 26. februar til 7. mars – tá Landsbókasavnið er opið.