Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
12. februar 2025 kl. 20 - 22
Prísur
DKK 100

Fræið av heilaga fikutrænum

Fræið av heilaga fikutrænum (The seed of the sacred fig, Mohammad Rasoulof, Iran 168 min).

Eftir at 22 ára gamla Mahsa Amini doyði í 2022, og rørslan Woman, Life Freedom tók seg upp, bleiv iranska støðan kend um allan heim, og fekk týdning fyri útbreiðsluna av filminum Fræið av heilaga fikitrænum. Undan frumsýningini í Cannes í vár, eydnaðist leikstjóranum at flýggja til Týsklands og síggja filmin í frælsi.

Iranski leikstjórin hevur fyrr verið dømdur í fongsul fyri alment at siga og vísa, hvat hann heldur um harðrenda mannfólkastýrið. Tað var meðan hann sat í fangahúsi, at hugskotið sum nýggi filmurin, Fræið av heilga fikutrænum, byggir á, kom til hansara.

Í loyndum segði ein fangavørður frá, hvussu hann ætlaði at taka lívið av sær, tí húskið og børnini høvdu at honum fyri óvirðiliga arbeiðið sum fangavørður. Hetta gjørdist evnið, sum søgan í Frænum av heilaga fikutrænum, snarar um og byggir á. Ein darrandi og margtýdd nøtrisøga um ein iranskan dómara, Imam at navni, sum í kjalarvørrinum á mótmælunum, ið um alt landið taka seg upp móti einræðisstjórnini, sum frá líður noyðist at halla seg til og virða vaksandi misálitið, heimafólkini hava á hann og starvið sum kanningardómari.

Filmurin, sum er gjørdur og tikin í loyndum, var frumsýndur í Cannes, har dómsnevdnin gav Mohammad Rasoulof eina serliga dómsnevndarvirðisløn.

Hóast iranskt mæltur, er Fræið av heilaga fikutrænum týska umboðið, tá Oscarvirðislønir verða handaðar.