Hetta eru spurningar, ið verða settir hóskvøldi tann 3. oktober kl. 20:00 í Perluni, har MFS og Dansk Ungdoms Fællesråd (DUF) hava eina framløgu. DUF er í holt við at skriva eina rapport um vitanina, kunnleikan og sjónarmiðið, sum ungdómurin í ríkinum hevur mótvegis hvørjum øðrum og Ríkisfelagsskapinum. Í hesum sambandi hevur MFS í vár sent spurnarbløð út til ungdómin í Føroyum og fingið svar uppá teirra vitan og hugsan um ungdómin í Ríkisfelagsskapinum.
Í framløguni fara vit í stuttum at leggja rapportina hjá DUF fram, harumframt teirra niðurstøðu um kunnleikan, vitanina og áhugan hjá ungdómin í ríkinum mótvegis hvørjum øðrum og Ríkisfelagsskapinum. Síðani verður skipað fyri einum pallborðskjaki, har vit varpa ljós á niðurstøðuna hjá DUF og aðrir viðkomandi spurningar.
Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin