Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. mars 2025 kl. 17 - 20
Prísur
Ókeypis atgongd

Framsýning og upplestur v/ Julie Sass (DK)

Skrá

Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, bjóðar vælkomin.

Julie Sass lesur upp úr bókini á donskum. Listafólkini Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen lesa brot úr bókini á føroyskum.

Framsýning við myndum eftir Julie Sass verður í forhøllini.

Listasavnið bjóðar drekkivørur.

 

Um listabókina og myndirnar

Hvat siga vit við hvønn annan í telefonini, gjøgnum sms-boð, í bussinum? Hálvir setningar vevjast saman og verða til visuellar løtumyndir í nýggju listabókini eftir Julie Sass. Tekstir og myndir eru knýtt saman í eina opna, inniliga og brotakenda frásøgn. Hvør tekstur kann lesast fyri seg ella sum ein søga.

Talan er um 43 hondskrivaðir tekstir við hvør sínari mynd. Myndir og tekstir renna saman og eru skipað sum opin og visuell brøv. Tekstirnir eru týddir til føroyskt og Julie Sass hevur teknað og málað tekstirnar, sum verða vístir fram saman við myndunum.
Tilvísingar eru til landsløg og náttúru, skulptur og mentanararv. Tekstirnir rúma eisini einføldum og skemtiligum samrøðum. Tekningarnar eru abstraktar, men fáa okkum at hugsa um okkurt, vit kenna aftur, bæði í innihaldi og formati.

Listabókin er útgivin av Hurricane Publishing í 2024.

 

Um listakvinnuna

Julie Sass er ein donsk listakvinna, ið er útbúgvin frá danska Kunstakademiinum og New York University (MFA). Listakvinnan hevur givið út fleiri bøkur og hefti, serliga í samband við framsýningar, ið hon hevur skipað fyri. Julie Sass hevur luttikið á fleiri framsýningum í Føroyum og útlondum.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Savnið er opið 6. mars frá kl. 11-20.