Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
30. mars 2025 kl. 16 - 16:01
Prísur
DKK 100

Frítt Flog: Rimmarland

Høli: Alt húsið
Longd: Báðar dagar kl. 10-16

Keyp, keyp, keyp! Vit keypa og keypa og brellast bara eftir meira, men hvussu nógvum av tí, vit keypa, hava vit veruliga tørv á? Kanska ikki øllum, um vit duga at nýta hugflogið? Í Rimmarlandi kveikja vit hugflogið. Vit spæla, læra og arbeiða kreativt við evninum, hvussu nógv vit keypa, og hvussu nógvum vit í veruleikanum hava tørv á. Í felag varnast vit, hvussu stóra ávirkan okkara ovurnýtsla hevur á umhvørvið – og hvat vit kunnu gera fyri at velja rætt og at minka um nýtsluna.

Vit gleðast um at aftur í ár at kunna bjóða Føroya børnum og ungu í húsi til spennandi dagar av list og mentan. FRÍTT FLOG hevur okkurt til ein og hvønn – tey, sum dáma best at hugdýpa seg í friði og náðum og tey, sum elska at rokast.

Keyp festivalpass

Festivalpass
Tá tú keypir armband til annaðhvørt 29. ella 30. mars, hevur tú atgongd til øll tiltøk, ið eru tann dagin, tú keypir armband.

Aldursmark
Festivalurin er ætlaður børnum úr 3-12 ára aldur saman við vaksnum; tó er øll familjan hjartaliga vælkomin! Eisini hava vit eitt hugnaligt pinkubarnarúm, har foreldur kunnu vera í friði saman við sínum pinkubørnum.

Gott at vita
Avmarkað pláss er til nøkur tiltøk, men tey flestu tiltøkini eru á skrá fleiri ferðir um dagin. Um alt er upptikið, kanst tú bara fara til eitt annað tiltak, og møta aftur, tá hetta tiltakið aftur er á skrá.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til Frítt Flog – Rimmarland! 

Keyp festivalpass

Skrá
Kl. 10.30: Søguløta: Jakob og Neikob
Kl. 11.00: Market
Kl. 11.30: Søguløta: Jakob og Neikob
Kl. 12.00: Market
Kl. 12.30: Søguløta: Jakob og Neikob
Kl. 13.00: Soft Machine
Kl. 14.00: Market
Kl. 15.00: Market

Ein serlig skrá er til skúlar og dagstovnar.