Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
24. apríl 2025 kl. 22 - 22:01
Hvar
Reinsaríið
Prísur
DKK 110

Frum (FO)

Whirlpool-verkætlanin er eitt nýtt kapittul í hennara listarligu menning, har tónleikur, visuell list og frásagnir verða vovnar saman í eitt heildarverk.

Føroyska listakvinnan FRUM, eisini kend sum Jenný Kragesteen, hevur longu í ár givið út tvey stakløg – »Rise« og »Whirlpool«. Fleiri útgávur eru ávegis í 2025, har hon heldur fram við at menna sítt serstaka tónleikaliga rúm. Seinastu fýra árini hevur FRUM búð og arbeitt í Íslandi (Akureyri) og Noregi (Bergen), har hon hevur skrivað og framleitt nýggjan tónleik.

Hendan skapandi prosessin hevur verið við til at mynda hennara ljóð, sum blandar eksperimenterandi ljóðmyndir við sterkum visuellum úttrykki. FRUM byrjaði tónleikaferðina í 2016, og longu í 2017, heilt í byrjanini av verkætlanini, fór hon á tónleikaferð í Kina, har hon fekk høvi at framføra fyri einum nýggjum fjarskotnum áhoyraraskara. Síðani tá hevur hon m.a. framført á Reeperbahn Festival, hitað upp fyri Morcheeba, og hennara tónleikur hevur verið at hoyrt í Netflix-framleiðslum og H&M-handlum kring heimin.

Stuðlað tiltakinum hevur Økistónar.