Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
13. november 2025 kl. 20 - 14. november 2025 kl. 00
Hvar
Føroya Fuglafrøðifelag
Prísur
Ókeypis atgongd

Fyrilestrar um náttúru og djóralív

Í november og desember skipar Føroya Fuglafrøðifelag/Birdlife fyri hugnaligum fyrilestrum um náttúru og djóralív. Fyrilestrarnir vara uml. 45 min og vit bjóða kaffi og okkurt søtt afturvið. Gestir úr Føroyum og útheiminum greiða frá. Øll eru vælkomin.

Í hesi fyrilestrarrøðini bjóða vit ymiskum vinum innum gátt – fólkum, ið øll hava tað til felags, at tey elska náttúru og djóralív. Nøkur eru úr Føroyum, onnur úr útheiminum, og tí verða fyrilestrarnir hildnir á føroyskum, donskum ella enskum – alt eftir gestinum.

Tiltakið er ókeypis, men plássini eru avmarkað, so minnist til at skráseta teg her: https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSejNEC-EhE1KaMpQ5YLv48L00XpXY3S92ef1D9X7nnP4XJ-Vw/viewform

Skráin verður dagførd so líðandi og sæst eisini á Facebook vanga okkara: https://www.facebook.com/fuglafrodi/events