Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. mai 2025 kl. 19
Prísur
DKK 295

Fyrilestur við Rasmusi Tantholdt (DK)

Høli: Høllin
Longd: 2 tímar (við steðgi)

Rasmus Tantholdt gevur okkum eina persónliga lýsing av m.a. stríðnum í Gaza, sum hann hevur fylgt nágreiniliga við og borið tíðindi frá, síðani tað kyknaði uppaftur í oktobur 2023.

Rasmus var tann einasti journalisturin úr Skandinavia, sum flutti týðindi úr Kiev, tær fyrstu vikurnar aftaná, Russland hevði gjørt innrás í Ukraina. Hann hevur flutt tíðindi úr krígnum í Irak, Afganistan, Sýria og frá arabiska várinum. Rasmus Tantholdt hevur verið altjóða tíðindamaður í fleiri stríðs-, krígs- og vanlukkuherjaðum økjum, og hevur longu upplivað meira, enn vit onnur uppliva, sjálvt gjøgnum fleiri lív.

Kom og lurta eftir Rasmusi Tantholdt, tá hann fer at greiða frá lívinum handan myndatólið, um etisku og moralsku tvístøðurnar, hann mangan stendur í, um álvarsomu hendingarnar, men eisini tær mongu løgnu upplivingarnar.

Fyrilesturin við Rasmusi er hugkveikjandi og kunnandi og altíð serstakliga viðkomandi – borin fram við inniligari innliving og við rúmi fyri skemti, hóast tey hørðu evni, sum verða umrødd.

Um Rasmus Tantholdt
Rasmus hevur nomið sær útbúgving á Danmarkar Journalisthøjskole í juni 2000. Hann fór í starv á TV2 Nyhedernes indlandsredaktion í juni 2000 og hevur verið á udlandsredaktionen síðan 2003. Rasmus hevur vunnið sera nógvar heiðurslønir fyri arbeiðið og hegnið sum journalistur; hann fekk eitt German Marshall Fellowship í 2006, vann Steen Bådsgaard virðislønina í 2009, og í 2012 og 2014 vann hann TV-virðislønina fyri besta tíðindainnslag hetta árið, sum er ein virðisløn, sum miðlar standa fyri. Í 2022 vann hann Publicist virðislønina fyri arbeiðið, hann hevur gjørt í Ukraina.

Fyriskipari : MOD TIL