Loading Events
Nær
28. januar 2026 kl. 22:30 - 23:59
Hvar
Blábar
Prísur
Ókeypis atgongd

Gentugjamm (FO/NO) – Vetrarjazz 2026

Jammið í kvøld verður við:  Hanna Veslemøy Narvesen (fødd 1997) norskur trummusláari, fjølljóðførisleikari og tónasmiður við útbúgving frá norska musikakademiinum í Oslo og Musikkdeildini (NTNU) í Tróndheimi. Hon spælir í fleiri bólkum – millum annað Dafnie, Mette Rasmussen Trio North, Kongle Trio og Mall Girl – og hevur givið tónleik út sum sololistafólk.

Í 2017 vann hon Toneprisen, sum er ein kapping fyri ungar tónleikarar við tilknýti til Hedmark og Oppland. Narvesen varð útnevndur “ársins jazztalent í USBL” á jazzfestivalinum í Oslo 2020. Kongle Trio vann finaluna í Jazzintroin 2021, við GRAMO-stipendium og heitinum, “Ársins ungir jazztónleikarar 2020”. Í 2021 fekk Veslemøy Narvesen Sparebanken Sør Music Prize, sum Musikkontoret Sørf letur.

Hetta Gentugjamm verður á Blábar. Tørvur er á tiltøkum, ið menna og geva kvinniligum tónleikarum í føroyum dirvi at taka sítt pláss á palli, til gjamm. Gentugjamm er ÓKEYPIS og allar kvinnur og fem-identifiserandi persónar eru vælkomin á pall hetta kvøldið!
So sig øllum kvinnum og gentum frá, sum tú kennir!

Inga Laksáfoss Simonsen – klaver, gittar
Emma Michala Sannino – bass
Hanna Veslemøy Narvesen – trummur

Keyp JazzPazz á blabar.fo