Loading Events
Nær
28. februar 2026 kl. 19 - 19:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 200

Geytin 2026

Høli: Høllin
Longd: 3 tímar

Reyður løbari, brús í gløsunum og gyltar virðislønir. Aftur í ár savnast filmselskarar og filmsskaparar úr øllum Føroyum, tá umtókta stuttfilmskappingin Geytin fer av bakkastokki. Keyp atgongumerki í dag og ver við til at fagna føroyska stuttfilmslist til Geytan í 2026.

Hetta hátíðarkvøld verður ársins besti føroyski stuttfilmur kjósaður. Birgir Kruse er vertur.  

Stuðulin til virðislønirnar Geytin á 40.000 kr, er latið av Runavíkar kommunu og Áskoðaravirðislønin, sum í ár eisini er á 40.000 kr, er latið av Tórshavnar kommunu. 

Tey, ið sita í dómsnevndini, við torføru uppgávuni at velja vinnaran av stuttfilmskvøldinum, eru Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Felagið Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk.

Geytin skal birta, stimbra og eggja til áhuga fyri føroyskari stuttfilmslist. Geytakvøldið heiðrar føroyskari filmsframleiðslu og er eitt høvi fyri bæði filmsfólk og filmsáhugaði at hittast. Stuttfilmskappingin er eitt samstarv millum Filmshúsið og Norðurlandahúsið.