

Global GameJam 2026!
Tiltakið verður 30. jan – 1. feb. Tað er møguligt at vera við online ella á Hugskotinum. Alt tiltakið verður skipað inni á Discord sum vant, har vit leggja myndir og kunning út. Eisini stroyma vit byrjanina og endan á Discord – so hóast tit ikki kunnu vera við á staðnum, skulu tit føla tykkum sum ein partur av tiltakinum!
Aftur í ár loyva vit bæði borð- og telduspølum. Vit fara at veita tað tilfarið, sum leyp av frá GameJam Føroya 2025.
Byrjað verður fríggjadagin kl. 17:00 við keynote og einari framløgu, síðani verður evnið avdúkað kl. 18:00. Luttakararnir hava so 48 tímar til at menna eitt spæl.
Vit gleða okkum at síggja tykkum á Hugskotinum og/ella á Discord.
Matur verður ikki bjóðaður á tiltakinum, men møguliga verður pitsa at fáa aftaná innlating.
