Í dag eru hesir nakrir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum, og teir halda enn fast í tí somu rebelsku tilgongdini tá teir skriva og spæla tónleik; alt er lov í GØ. Meðan ljóðmyndin, ið GØ skapar, leitar sær aftur til 60’ini og 70’ini, so bera kompositiónirnar brá av film noir, spaghetti western, jazzi og rokki.
Seinasta árið hevur GØ spælt nógv bæði í Føroyum og uttanlands. Eitt nú á Reykjavík Jazz Festival har bólkurin megnaði at imponera íslendsku fjøldina, umframt at fáa góð skoðsmál frá stóra jazzprentinum Jazzwise. Hendan sama framførslan verður nú at uppliva í Føroyum, samstundis sum møguleiki verður at ogna sær spildur nýggju plátuna – “Ævir, Amen”.
GØ eru:
Ólavur Eyðunsson Gaard – guitar
Kristian Pauli Ellefsen – keys
Árni Jóhannesson – bass
Hjørtur Pætursson Háberg – drums
Sjúrður Zachariassen – sax