

Gorilla sound – Jólabass við HNTZ, Karason og IR.DN.A
HNTZ hevur spælt til fleiri elektronisk tiltøk her heima, og vit minnast enn hansara sjúka DJ-sett 2. Jólakvøld í fjør. Stýlurin hjá HNTZ kann lýsast sum: djúpur, pumpandi, tungt, groovy og rullandi basslines, við einari myrkari og hypnotiskari vibe.
HNTZ hevur útgivið fleiri EP’ir og remiks á ymiskum labels kring knøttin, har fleiri av útgávunum hava ligið á top 100 listum á Beatport.
https://soundcloud.com/jaspur-hentze
KARASON hevur fleiri ára royndir aftanfyri pultin og sermerkir seg í house, deep og groovy techno. Tú kanst vænta hypnotiskar basslinjur, drívandi orku og sett, sum halda dansigólvið læst í groovinum við denti á rytmu og momentum. Karason fer at deila pultin saman við IR.DN.A hetta kvøldið.
https://soundcloud.com/atlascph
18 ára aldursmark
Gorilla Undirgrundin hevur ein safe space politikk til tiltøkini. Tað vil siga, at vit stremba eftir og ynskja, at øll skulu kenna seg vælkomin og trygg til tiltøkini, millum annað við at virða hvønn annan og ansa eftir hvørjum øðrum – óansað átrúnað, kyn, húðarlit, klædnaval og/ella kynsliga sannføring.