Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
11. august 2025 kl. 14 - 14:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Göteborg Obokvartett (SE)

Høli: Klingran
Longd: 45 min

Göteborg Obokvartett (GOQ) frumframførir Føroya Ljóð (The Sound of The Faroe Islands).

Göteborg Obokvartett varð stovnað í Göteborg í Svøríki í 2020, og er vorðin viðurkend sum einasta fasta obokvartett í Norðurlondum, kend fyri sína serstøku blanding av ljóðførum og nýskapandi konsertskráum.

Á skránni til hesa konsertina verður tónleikur eftir føroysk tónaskøld. Hetta gevur kvartettini stóran møguleika at fara í dýpdina á føroyskari mentan og náttúru. Í norðurlendsku kompositiónssiðvenjuni er vanligt, at hvørt land leggur størstan dent á síni egnu tjóðartónaskøld. Í sínum arbeiði strembar GOQ eftir at deila tónleikaríkidømið í hvørjum norðurlandi við grannarnar.

Í 2025 geva tey út fyrstu fløguútgávu sína “Fred i Vår Tid”, ið er teirra fyrsta verkætlan at fáa nýggj norðurlendsk tónleikaverk fyri obokvartett til vega. Við “The Sound of the Faroe Islands” fara tey at víðka kunnleikan um føroyskan tónleik og fara í framtíðini at hava Føroyar við sær á konsertferðum í restini av Norðurlondum.