Loading Events
Nær
14. februar 2026 kl. 21 - 21:01
Hvar
OY
Prísur
DKK 200

Guðrun&Bartal

Á skránni eru fram um alt nýklassisku løgini á fløguni, Vónin er, ið Guðrun & Bartal góvu út í 2013. Umframt tað verða eisini tulkingar av kendum løgum á skrá og nøkur óútgivin løg eisini, har dentur verður lagdur á eitt romantisk tema, í samband við, at tað er valentinsmessa hetta kvøldið.

Við á konsertini er full manning:

Per Ingvaldur Højgaard Petersen, trummur

Torleik Mortensen, bass

Kristian Pauli Ellefsen, tangentar

Sanna Bæk Hoydal og Rebekka Petersen, kór.

Fyri ljóði og ljósi standa ávikavist Kristoffer Mørkøre og Villiam Soo Joensen