Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
08. apríl 2025 kl. 20 - 20:01
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis atgongd

Hættisliga støðan søgd frá vitnum úr Miðeystri

Lilach Ashtar er serfrøðingur í geopolitikki við landamørk Ísraels og hevur serliga vitan um yvirgangsfelagsskapir og islamska mentan. Hon var hernaðarleiðari við norðara landamark Ísraels undir Iron Swords-krígnum og hevur síðani havt leiðsluna fyri atsóknunum við Gaza-landamarkið.

Lilach og familjan búgva í einum samfelag við markið til Sýria. Hóast kríggj og støðugan lívsvanda hava tey valt at vera verandi og halda fast við landið og heimið.

Talia Sapir arbeiðir fyri felagsskapin Karen Hayesod, sum arbeiðir við at integrera jødar, ið velja at flyta til Ísrael vegna stóra jødahaturin, sum tók seg upp, tá Ísrael svaraði aftur eftir ræðuligu Hamas-terroratsóknina 7. oktober 2023. Jødar streyma í stórum tali til Ísrael í hesum døgum.

Ole Konstantyner, ein danskur jødi, kemur at greiða frá, hvussu vit føroyingar kunnu vera við at stuðla arbeiðinum at integrera jødar í Ísrael.

Tónleikur og sangur millum framløgurnar

Kaffi, te, okkurt munn gott og prát aftaná.

Tulkað verður úr enskum til føroyskt.

Øll eru hjartaliga vælkomin.