ADHD-vitan er okkara nýggja heiti til nýggj átøk í 2025. ADHD-vitan eru evnisdagar, har vit bjóða granskarum, fakfólkum og øðrum lyklapersónum at fara í djúpdina innan evnir, ið hava við ADHD at gera.
Átøkini eru í kjalarvørrinum av, at Team Rynkeby stuðlar børnum við ADHD/ADD og gevur hetta felagnum møguleika at skipa fyri ADHD-vitan.
Til okkara fyrsta ADHD-vitan átak kemur Anna Vilhelmsen, neuropsykologur, at halda fyrilestur við evninum »Heilin, ADHD og læring«. Anna kemur at greiða frá, hvussu menniskju læra, og hvussu læruúrtøkan kann betrast. Hvat ger um seg í ADHD-heilanum, og hvussu ávirkar hetta kognitión og læring?
Endamálið við ADHD-vitan er at breiða nýggjastu granskingina og fakligu vitanina um ADHD á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum. Okkara mál er, at hava trý ADHD-vitan tiltøk árliga. Tiltøkini verða stroymd og goymd í okkara vitanarsavni, ið liggur alment á adhd.fo. Á hendan hátt er ADHD-felagið við til at gera alment viðurkenda og nýggjastu vitanina lætt atkomuliga fyri okkara limir og okkum, sum arbeiða til frama fyri at betra um korini hjá fólkum við ADHD í Føroyum.
Vit bjóða granskarum, fakfólki og øðrum lyklapersónum at fara í djúpdina innan evnir, ið eru við til at hjálpa børnum við ADHD/ADD.
Málbólkurin eru øll, ið hava áhuga ella arbeiða við fólkum við ADHD/ADD.
Aðrir stuðlar eru Tórsgøta og MEGD.