Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
25. oktober 2024 kl. 10:15 - 11:30
Prísur
DKK 130 – 170

Heilsuvenjing í Badmintonhøllini

Ert tú fólkapensjónistur í Tórshavnar kommunu, og hevur tú hug til at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða og stuttliga løtu saman við øðrum? So melda teg til heilsufremjandi venjingarnar í Badmintonhøllini í Havn.

Endamálið við venjingunum er at betra javnvágina og at økja tína styrki og konditión. Venjingarnar kunnu eisini økja tína vælveru og lívsgleði og fyribyrgja lívsstílssjúkum og føllum.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Hevur tú hug til at vera við, skalt tú bara møta upp.

Minst til at taka innanduraskógvar og klæðir við, sum eru góð at røra seg í.

Mánaðarligi kostnaðurin fyri eina venjing um vikuna er kr. 130. Fyri tvinnar venjingar um vikuna er mánaðarligi kostnaðurin kr. 170.