

Høli: Skálin
Longd: 90 min.
Trygvi Danielsen útgevur samrøðuskaldsøguna hey 🙂 TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ ANNO DOMINI 2025 og viðger verkið í samrøðu við Bergi Djurhuus Hansen.
Talan er um eina longri bók, næstan 900 síður, ið nýtir talgildan kjattform sum karm um ein metamodernistiskan dialog við samtíðina. Tað er eitt verk um undirgang, vinarlag og einsemi í Føroyum anno domini 2025.
Mitt undir samrøðuni fer Trygvi at framføra sum Silvurdrongur í hóslagi við tvímansbólkinum Hettarher. Saman framføra teir nøkur løg av nýggjastu plátuni hjá Silvurdrongi, nú æt eg eftir ánni, ið speglar tematiska innihaldið í nýggja bókmentaverkinum.
Tað er Sprotin, sum útgevur bókina.
Fyriskipari: Sprotin.