

Heyst í Bourgogne (Quand vient l’automne François Ozon Frakland 2024 104 min)
Aldrandi Michelle tekur sær av løttum á bygd í Bourgogne, har vinkonan Marie-Clade eisini býr. Tá dóttirin, Valérie, sum býr í París, kemur á gátt við soninum Lucas, semjast tær um, at hann skal vera her hjá ommuni, nú skúlarnir í stórbýnum halda frí. Tá hendir tað, at Michelle borðreiðir við eitrandi soppum afturvið matinum. Valérie ernast skjótt, men torir ikki at lata sonin verða eftir hjá ommuni. Michelle kennir seg bæði seka og einsama. Men so verður fongslagði sonur vinkonuna, Marie-Claude, latin leysur.