Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
15. oktober 2025 kl. 12 - 17
Hvar
Tjóðsavnið
Prísur
Ókeypis atgongd

Heyst(ó)hugni á Tjóðsavninum

(Ó)hugnaligur heysthugni verður á Tjóðsavninum í heystfrítíðini 13. til og við 17. oktobur frá klokkan 11-16.

Tjóðsavnið skiftir ham, og dentur verður lagdur á, at børnini skulu fáa eina stuttliga, læruríka og upplýsandi viku – men munnu tey vaksnu ikki eisini fáa eitt gullkorn ella tvey við á vegnum.

Kom og loys uppgávur, lær um føroyskar sagnarverur, royn teg í barnabingo, vitja okkara skrekkiligu skrivstovu og njót ein øðrvísi dag á einum (ó)hugnaligum savni.

SKRÁIN:
Kl. 11:00 – Savnið letur upp
Kl. 11:30 – Søguløta við føroyskum sagnum og ævintýrum
kl. 12:00 – 14:00 – Spyr serfrøðingin á savninum
kl. 14:30 – Gammeldags barnabingo
kl. 16:00 – Savnið letur aftur

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin … ja, um tit altso tora.

Les meira á heimasíðu okkara á www.tjodsavnid.fo