Tilhaldið í Tórsgøtu er ætlað núverandi og komandi pensjónistum í Tórshavnar Kommunu, sum eru sjálvhjálpin og heimabúgvandi.
Í húsinum er eitt stórt og fjøltáttað virksemi bæði fyri likam og sál.
Á skránni er felagssangur, fimleikur og rørsla, ymiskt handaligt arbeiði, hugnaløtur, kortspæl, bindiklubbi, lesibólkur, fyrilestrar, gongutúrar, dansur, útferðir o.a.
Tilhaldið er opið mánadag til fríggjadag frá kl. 9 til 16, tó fríggjadag til kl. 14.
Vikuskráin sæst á www.torshavn.fo/tilhaldið. Tað ber eisini til at fylgja Tilhaldinum á Facebooksíðuni: Tilhaldið í Tórsgøtu