Høgg og Slokk + Nettup
Tú hoyrir ikki betri tónleik í komandi øld. So pínadoyð, komið niðan í OY.
Kanska eftir konsertina, fær man eina smoy.
Ja komið at lurta við, og hoyri okkara spæl.
Øll elska Nettupp, Høgg og Slokk, júst sum man skal.
So oman í býin at drekka eina øl.
Gloyma alt um songina og síni telduspøl.
Kvøldið tað skal njótast so væl sum ber til.
Hetta er ein sjáldsam løta, brúkið vit og skil.
Vit spæla góða tónleik, frá aukustiskum til hip-hop,
og eftir konsertina man man føla seg tiptop.
Hoyri okkara beats og svaka fingraspæl,
sum glíður til brúnna sum blakað bananskal.