

Huldulitt 2026: Huldugonga
Tað sigst at huldufólkini hvurvu við ravmagninum, tá ljós kom á gøturnar, men hvar fóru huldufólkini, og munnu tey enn finnast í teimum støðum, har ljósið ikki røkkur?
Vit bjóða tær at koma við á eina ferð ígjøgnum viðarlundina í myrkri, meðan greitt verður frá ymiskum forniskum sagnarverum og sagnir verða fortaldar. Eisini verður sagt frá ymiskum siðum, sum hava verið tilknýttir teirri gomlu føroysku fólkatrúnni.
Við á ferðini inn ímillum tey bølamyrku trøini, hava vit petroleumslampur, sum koma at lýsa okkum vegin og seta dám á frásagnirnar.
Um tiltakið:
- Hvar: byrjað verður við eldstaðið hjá gulu skótum við skótahúsið
- Longd: túrurin varðar yvir ein tíma
- Vit viðmæla heit og regntøtt klæðir og góðar skógvar
- Aldursmark: 14 ár
Avmarkað pláss
