Loading Events
Nær
31. januar 2026 kl. 16 - 16:01
Hvar
Listasavn Føroya
Prísur
Ókeypis atgongd

Huldulitt 2026: Setan

Elsa Berg, borgarstjóri, fer at bera fram røðu, Hjálmar Dam fer at fortelja eina søgn og Lyon Hansen fer at framføra nøkur løg.

Eisini verður kaffi og te og okkurt lekkurt frá Omaná.

Aftaná setanina er gjørligt at ganga sær ein túr gjøgnum viðarlundina og hyggja at øllum ljósinstallatiónunum har. Síðan kann leiðin ganga oman í miðbýin, har eitt animerað listaverk av Elinborg Lützen verður avdúkað í Steinatúni kl. 17.30 og víðari til kirkjugarðin á Svínaryggi, sum eisini verður prýddur við ljósi.

Tiltakið er ókeypis.

Vælkomin til Huldulitt!