Loading Events
Nær
02. februar 2026 kl. 15 - 15:01
Hvar
Gamli Kirkjugarðurin
Prísur
DKK 50

Huldulitt 2026: Søgur úr kirkjugarðinum

Hoyr eitt nú søguna um Daniel Jaob Danielsen, kallaður Dollin, sum vist er einasti føroyingur sum sigast kann um, at hann eigur part í heimssøguni, tá hann við myndum og forteljingum úr Congo fekk gongd á eina mannarættindarørslum, sum endaði við at kong Leopold 2. við sínum terrorstýri mátti leggja frá sær.

Forteljingarnar byggja uppá tað megnar arbeiðið Óli Jacobsen hevur gjørt, við at finna søgurnar fram um fólkini, ið eru grivin í gamla kirkjugarðinum. Úrslitið av hesum arbeiði er eisini at lesa í bókini, Hendur, ið sleptu.

 

Les um fólkini á kirkjugarðinum
Til ber at skanna QR-koturnar, sum standa við fleiri av grøvunum í kirkjugarðinum og lesa meira um hesi áhugaverdu fólk. Eitt yvirlit yvir gravirnar, sum hava QR-kotur, er at finna við inngongdina til kirkjugarðin.