Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
02. februar 2025 kl. 19 - 20
Prísur
DKK 75

Huldulitt: Gongutúrur og huldusøgur í myrkri

Vit bjóða tær at koma við á eina ferð ígjøgnum viðarlundina í myrkri, meðan huldusøgur verða sagdar, og greitt verður frá ymiskum forniskum sagnarverum.

Eisini verður sagt frá ymiskum siðum, sum hava verið tilknýttir teirri gomlu føroysku fólkatrúnni.
Við á ferðini inn ímillum tey bølamyrku trøini hava vit petroleumslampur, sum koma at lýsa okkum vegin og seta dám á frásagnirnar.

Um tiltakið:
Túrar verða gjørdir 2. og 6. februar kl. 19:00.
Byrjað verður frá Sjónleikarhúsinum, og verður væntandi áleið ein tíma til longdar.
Vit viðmæla heit og regntøtt klæðir og góðar skógvar.
Tiltakið er best egnað fyri tey yvir 12 ár og uppeftir.
Avmarkað pláss.