Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
02. februar 2025 kl. 14:30 - 15:15
Prísur
DKK 100

Huldulitt: Kom á gátt í Williamshús

William Heinesen skrivaði søgur um, teknaði og klipti verur við íblástri úr gomlum sagnum um huldufólk, trøll og álvar, og komu hesar verur til lívs við hansara myndum og frásøgum.

Randi Kúrberg fer at siga eitt sindur um William Heinesen og um huldu- og trøllaverur hansara. Eisini verður høvi at ganga runt í heiminum hjá Williami Heinesen og kaga inn í skrivismáttuna hjá stjørnuskaldinum undir Varða, sum hann eisini verður nevndur.

Ein túrur í Williamshús tekur á leið 45 min og kostar 100 kr.

Vel ímillum:

Leyg. 1. februar kl. 14.30 (á føroyskum)
Sun. 2. februar kl. 14.30 (á føroyskum) og kl. 15.30 (á enskum v/ukrainskum tulki)
Leyg. 8. februar kl. 14.30 (á føroyskum)
Sun. 9. februar kl. 14.30 (á føroyskum) og kl. 15.30 (á enskum)