Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. februar 2025 kl. 16:30 - 17
Prísur
Ókeypis atgongd

Huldulitt: Tjant-konsert í Tutl (FO)

Tutl eru við í Huldulitt!
Komi oman á Káta Hornið kl. 16:30 tann 6. februar og lurta eftir Tjant, ið júst hava útgivið heildarútgávuna “ógreiða”.

Tá Tjant byrjaði seinastu verkætlanina “ógreiða” fyri fýra árum síðan, so var tað við Heðini á odda, sum vænt, og hinir báðir tónleikarnir (Per og Mikael) skuldu vísa seg, at vera teir tónleikarnir í Føroyum, sum oftast ikki eru í Føroyum. Lukkutíð, so er seinasta verkætlanin bygd nógv á tøkni og tónleikamaskinur og tí ber til hjá Heðini at vera einsamallur maskinmeistari á skútuni.

Seinasta útgávan var tilevna, við at forma løg á palli í form av improvisatiónum. Hesar improvisatiónirnar fingu skap og blivu til løg og motiv, sum síðani vóru tikin inn í upptøkuhølini og tilevnaði til kompositiónir. Nú er stundin komin, til at nýta kompositiónirnar til víðari improvisatiónir og á hesari konsertini, verður tað Heðin einsamallur, sum tulkar Tjant kompositiónirnar.

Les meir um Huldulitt her: https://www.visittorshavn.fo/event/huldulitt-8/
Hetta tiltakið er stuðla av økistónum.