

Huldulitt
Viðarlundin verður umgjørd til eina gandakenda huldulund við ljósinstallatiónum, ymsum forvitnisligum lutum og einum hulduportali. Afturat tí, verður hon prýdd við verkum, ið stovnar og skúlar í kommununi hava evnað til.
Miðbýurin í Havn verður eisini prýddur við ljósinstallatiónum, eitt nú við einum huldutunli á Vaglinum og einum serstøkum animeraðum veggjaprýði í Steinatúni við verum hjá Williami Heinesen, sum nú koma til lívs.
Sostatt verða sagnir, list, tiltøk og ljóð knýtt saman við Huldulitt tiltakinum.
