Loading Events
Nær
08. februar 2026 kl. 16:30 - 16:31
Hvar
Parkeringskjallarin í SMS
Prísur
Ókeypis atgongd

Huldusúkkling

Vit byrja við at gera okkum og súkklurnar til reiðar. Rent-a-bike og Sùkkluverkstaðið hjá Gunnari verða til staðar, at leggja lag á.

Eisini verður ein súkklubani, har tú kanst royna tínar súkklusnildir, áðrenn vit fara út at súkkla.

Súkklurekkjukoyringin súkklar eina rundu í parkeringskjallaranum, oman í miðbýin, niðan aftur, kring SMS og inn aftur í parkeringskjallaran, har lutakast verður um góðar vinningar millum øll tey luttakandi.

Eisini bjóða vit kaffi og te, MBM bjóðar Mist til børnini og Gómagott bjóðar sjokulátu.

Vit vilja heita á øll, sum luttaka, at nýta hjálm.

Skrá:

  • Kl. 16.30 – Vit gera okkum til reiðar
  • Kl. 17.30 – Vit súkkla rekkjusúkklukoyring
  • Kl. 18.00 – Lutakast um góðar vinningar + drekkamunn
  • Kl. 18.15 – Liðugt

Neyðugt er við tilmelding.

Lat okkum saman seta ljós á býin!