Loading Events
Nær
27. februar 2026 kl. 19 - 21
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 125

Human Forever

Í trý ár hevur Teun ferðast í 11 londum í fýra ymiskum heimspørtum, har hann hevur vitjað og eisini búð á fleiri demensheimum.
Saman við góða vini sínum, Jonathan de Jong, ið er filmsframleiðari, hevur Teun kannað, hvussu demensur verður handfarin í ymsum londum og øðrum mentanum, og hvat vit kunnu læra hvør av øðrum fyri at framtíðin skal gerast bjartari og rúmligari fyri fólk, ið liva við demenssjúku 

Filmurin vann The Golden Calf í 2024, og hevur fleiri ymiskar virðislønir fyri besta heimildarfilm á ymsum filmsfestivalum. Hann er mest sæddi heimildarfilmur av sínum slag í Holland yvirhøvur.

Fleiri leiðandi universitet brúka filmin í undirvísing, eitt nú Yale, Ozford og Cornell.

Filmsframleiðararnar Teun Toebes og Jonathan de Jong koma at presentera filmin og svara spurningum, tá hann verður vístur í Norðurlandahúsinum 27. februar 2026.

Filmurin verður vístur við donskum teksti.