Undirvísarar
David Posch er útinnandi handverkari og listamaður av Azorunum, har hann hevur sítt virki Aparas de Madeira og eisini skipar fyri skeiðum. Eitt av serstøku vørunum eru hvølpalás.
Hans Karl Jacobsen er snikkari og byggifrøðingur. Hann hevur stóran áhuga í føroyskum handverki og húsasniði. Framíhjá hevur hann eitt virki og framleiðir hjallar og smáhús. Til hesi hevur hann ofta nýtt hvølpalás frá Davidi.
Skeiðslýsing:
Eftir væl skipaðari skrá verða luttakararnir leiddir gjøgnum søguna um trælás, uppbygnað og arbeiðshátt, og tá skeiðið er av, hava øll gjørt sær eitt hvølpalás, sum virkar.
Støði:
Krevur ongan forkunnleika. Øll frá 15 ára aldri og uppeftir eru vælkomin.