Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
05. mars 2025 kl. 08:30 - 18
Prísur
Ókeypis atgongd

Í Hesti – Randi Ward fotoframsýning

Í mars 2009 flutti amerikanski rithøvundurin og fotografurin Randi Ward út í Hest og búði har seinastu seks mánaðirnar, ið hon dvøldi í Føroyum. Svart-hvítu fotomyndirnar á framsýningini í Hesti vórðu sostatt tiknar í hesum tíðarskeiðinum. Tær mæla ímóti teirri romantisku umrøðuni, sum fjølmiðlar og ferðavinna alt ov ofta nýta, tá ið tey skulu lýsa Føroyar og føroysku bygdirnar – t.e. sum ævintýrakend støð, har ið tíðin stendur í stað. Framsýningin kann síggjast í forhøllini á Landsbókiasavninum frá 26. januar til 26. august 2025.
Opið mánadag til hósdag 8.30 til 18.00 og fríggjadag 8.30 til 17.00.
Tað er – sum altíð – ókeypis atgongd.