

Høli: Dansistovan
Longd: 60 min.
Norðurlendskar bókmentir hava eina serliga megi og søgur, sum knýta okkara mál, okkara fólk og lond saman.
Í viku 46, sum er norðurlendsk bókmentavika, heiðra vit okkara bókmentir við at lesa somu norðurlendsku verk í øllum Norðurlondum. Temað er “samanhald í Norðurlondum”.
Í Føroyum halda bókasøvnini og Føroyar Lesa hesa viku 46 við tiltøkum við upplestri á Bókadøgum.
Bøkurnar, sum lisið verður úr í ár, eru Ein hundur, ein ketta og ein mús eftir Bárð Oskarsson og Andvake eftir Jon Fosse.
Tiltakið er skipað í tveir partar. Vit byrja við Ein hundur, ein ketta og ein mús eftir Bárð Oskarsson. Paula Gaard og Kinna Poulsen samrøða um skaldskapin og listina hjá Bárði.
Síðani verður tað Andvake eftir Jon Fosse. Marna Jacobsen fer at lesa úr bókini. Hon hevur umsett part av bókini til føroyskt í sambandi við norðurlendsku bókmentavikuna.
Fyriskiparar: Føroysku bókasøvnini og Føroyar Lesa